Lærupláss til timburmann

31-Oct-2016

Nú hevur tú møguleika at koma í læru til timburmann. Sum lærlingur hjá okkum fært tú møguleikan at gera nógvar ymiskar uppgávur m.a. húsabygging, størri og smærri umvælingar. Sí myndir á www.byggivitan.fo.

Byggivitan er eitt timburmansvirkið við heimstaði í Tórshavn. Vit arbeiða mest í høvuðsstaðnum, men koma eisini út um í landinum av og á.

Vit vænta, at tú ert ágrýtin, raskur og ynskir at læra nógv, og gerast ein góður handverkari.

Ynskir tú at vita meira um læruplassið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Niclasen á telefon 518636. Umsókn kann sendast til jn@byggivitan.fo